Tvey skip í bulgarska partinum av Svartahavi eru rakt av dronum. Tað upplýsir forsetin í Bulgaria, Ilijana Jotova, sambært Reuters.
Annað skipið er sokkið, meðan hitt hevur fingið skaðar, skriva lokalir miðlar.
Sambært fráboðanini, er talan um farmaskip. Enn er óvist um nakar er særdur ella deyður, skrivar DR.
Manningin á sokna skipinum er tó saknað, sigur bulgarski forsætisráðharrin, Rumen Radev, sum í dag hevur sitið á kreppufundi um hendingina.
Enn er ógreitt, hvør stendur aftan fyri dronuálipini.
Hendingin hendir dagin eftir, at tvey sjófólk doyðu, tá eldur kom í eitt skip og sakk í Svartahavi nærhendis Rumenia. Ellivu sjófólk vórðu bjargað. Enn er ógreitt, hvussu elddurin kyknaði.
Eftir at kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði fyri meira enn fýra árum síðani hava verið fleiri hendingar við russiskum dronum, sum hava flogið í evropeiskum loftrúmi. Eisini eru minur sæddar á týðandi handilsskipaleiðum í Svartahavi, skrivar DR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald