Fyrrverandi forsetin í Bulgaria, Rumen Radev, vann stórsigur á tjóðartingsvalinum í gjár. Tað vísa fyribils úrslitini frá valinum.
Nýstovnaði flokkurin hjá Radev, ‘Progressiva Bulgaria’, stóð til at fáa 45 prosent, tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar. Hetta kann geva flokkinum reinan meiriluta á tingi.
Rumen Racev stovnaði flokkin eftir at hann fór frá sum forseti í landinum í januar, við lyftum um at stríðast móti fátærkadømi, inflasjón og valdinum hjá oligarkunum í landinum.
Bulgaria er fátækasta landið í ES, og hevur leingi verið spjatt politiskt. Valið í gjár var tað áttanda hesi seinastu fimm árini.
Radev hevur á síni politisku leið stuðlað ES-limaskapinum, men hevur eisini víst samkenslu við Russlandi og havt eina avvísandi støðu mótvegis tilflytarum.
Han hevur eisini verið ímóti, at Bulgaria og ES stuðla Ukraina við vápnum. Sambært honum hevur Ukraina ikki møguleika fyri at vinna stríðið móti Russlandi.
Radev, sum er fyrrverandi jagaraflogskipari, fór upp í politikk í 2016, og varð valdur til forseta í landinum, væl stuðlaður av sosialistaflokkinum, fyrrverandi kommunistaflokkinum.
Radev sat tvey valskeið sum forseti til hann við ársbyrjan í ár gjørdi av at leggja frá sær fyri ístaðin at stilla upp til tjóðartingsvalið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald