Innanlands

Brynhild Absalonsen er nýggi kundaleiðarin í LÍV

Brynhild byrjaði í starvinum í gjár

2018-07-02 12:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

1. juli byrjaði Brynhild Absalonsen í starvinum sum kundaleiðari á LÍV.

Brynhild kemur úr einum starvi sum leiðari fyri Vinnuframa, har hon hevur starvast síðani 2015.

Frammanundan hevur Brynhild starvsroyndir frá Tryg Forsikring, Trygd og BankNordik. Eitt tíðarskeið hevur hon eisini starvast sum miðlafólk.

Brynhild er útbúgvin HA í samskifti, cand.merc. innan marknaðarføring frá CBS í Keypmannahavn og er eisini útbúgvin bankaatstøðingur, skrivar LÍV á heimasíðu síni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder