Innanlands

Bryggjan við sølutorgið í Vágsbotni liðug

Hetta økir um trivnaðin, sølutorgið kann selja báðar vegir, betri møguleikar eru hjá bátunum, møguleikarnir eru betri fyri útiborðreiðing og tiltøkum, og sum heild verður betri pláss, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Kári Johansen, formaður í havnanevndini

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-07-26 12:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar Býráð samtykti 29. apríl at taka av einum tilboði frá Articon uppá eina sokallaða elementloysn. Sáttmálin varð undirskrivaður 10. mai, og longu nú er arbeiðið at breiðka bryggjuna í Vágsbotni liðugt.

Hetta merkir, at bryggjukanturin framman fyri sølutorginum í Vágsbotni er breiðkaður 2,5 metrar umleið 35 metrar framvið bryggjuni. Samstundis er gongubreytin vestureftir breiðkað.

Vágsbotnur er seinastu árini veruliga vorðin partur av miðbýnum við eitt nú matstovum og sølutorgi. Í fjør var eisini ein arkitektakapping. Arbeiðið varð boðið út og lisitasjón var 19. apríl, og havnanevndin mælti til at taka av tilboði frá Articon uppá slakar 1,9 mió., skrivar Tórshavnar kommuna.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Í morgun hittust borgarstjórin í kommununi og formaðurin í havnanevndini niðri á brúnni. Báðir fegnaðust um, hvussu skjótt arbeiðið hevði gingið.

– Hetta økir um trivnaðin, sølutorgið kann selja báðar vegir, betri møguleikar eru hjá bátunum, møguleikarnir eru betri fyri útiborðreiðing og tiltøkum, og sum heild verður betri pláss, siga Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Kári Johansen, formaður í havnanevndini.

Heðin Mortensen leggur aftrat, at møguleiki er nú fyri at breiðka aðrar partar av atløgubrúnni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder