Innanlands

Brúkti harðskap móti vakti

Ein persónur gjørdist óður, tá hann varð koyrdur úr einum skeinkistaði í Klaksvík, og ein bilur fekk skaða, tá eitt stakitt koppaði niður á hann

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-08-05 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt varð eitt harðskapsmál meldað í Klaksvík.

Ein persónur varð koyrdur úr einum skeinkistaði í býnum, og viðkomandi gjørdist óður og brúkti harðskap móti einum vakti, sigur løgreglan.

Hetta var um klokkan eitt í nátt.

Á Summar Festivalinum hendi eisini eitt óhapp, har eitt stálstakitt, sum stendur rundanum festivaløkið, koppaði niður á ein bil.

Hetta hendi, tá onkur var á veg inn á festivaløkið. Hvønn talan er um vita tey ikki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, men Summar Festivalurin er tryggjaður, so helst fær eigarin endurgjald fyri skaðan á bilin harfrá.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder