Innanlands

Brúgvin um Fossá verður alment tikin í nýstlu

Vestmannar Kommuna upplýsir, at arbeiðið er nú liðugt

Brúgvin við Fossá (Mynd: Vestmannar Kommuna)

Brúgvin við Fossá (Mynd: Vestmannar Kommuna)

2019-10-09 10:18 Author image
Agnar Prestá

Seinastu tíðini hevur verið arbeitt við at gera eina nýggja brúgv um Fossá í Vestmanna og at rætta Ovara Veg. Í seinastu viku varð greitt, at tað nærkaðist til, at brúgvin fór at verða liðug. 

Seinasta hond hevur verði løgd á seinastu dagarnar. Autoverjan er nú sett upp og seinasta strekkið asfalterað.  

Í sambandi við at nýggja verður latin upp alment, fer Vestmanna Kommuna at skipa fyri almennum hátíðarhaldi á brúnni í dag, 9. oktober kl. 16.

Pauli T. Petersen, borgarstjóri, ber fram røðu og klippur snórin. Aftaná fara bilarnir hjá Vestmanna Kommunu at koyra um brúnna.

placeholder
placeholder