Innanlands

Brotsverk í Føroyum og ungdómpolitikkur á breddanum á Heiðavegi

Aðalstjórin í dansk danska løgmálaráðnum, ríkisløgregluovastan og ríkisumboðsmannin vóru millum tey, ið vitjaðu Runavíkar kommunu í gjár

Smbært runavik.fo var endamálið við túrinum at fáa kunning um standin í Føroyum, táið tað snýr seg um brotsverk og skipað brotsverk. Upp ímóti hesum ynskti ferðalagið at fáa meiri at vita um, hvussu ein av teimum størru kommununum í landinum skipar ein politikk, sum gagnar ungdóminum (Mynd: runavik.fo)

Smbært runavik.fo var endamálið við túrinum at fáa kunning um standin í Føroyum, táið tað snýr seg um brotsverk og skipað brotsverk. Upp ímóti hesum ynskti ferðalagið at fáa meiri at vita um, hvussu ein av teimum størru kommununum í landinum skipar ein politikk, sum gagnar ungdóminum (Mynd: runavik.fo)

2023-04-18 13:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ein vitjan úr danska løgmálaráðnum hevur leingi verið á veg, og í dag hittu vit í býráðssalinum departementstjóran Johan Kristian Legarth, ríkisløgregluovastan Thorkild Fogde, Nellu Festirstein úr okkara egna løgmálaráði og ríkisumboðsmannin Lene Moyell Johansen við fylgi.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari um donsku og føroysku vitjanini á Heiðavegi í gjár.

Sambært runavik.fo var endamálið við túrinum at fáa kunning um standin í Føroyum, táið tað snýr seg um brotsverk og skipað brotsverk. Upp ímóti hesum ynskti ferðalagið at fáa meiri at vita um, hvussu ein av teimum størru kommununum í landinum skipar ein politikk, sum gagnar ungdóminum. Millum annað um hvussu raðfest verður í fíggjarætlanum og í verki, táið tað snýr seg um at nøkta tøvin hjá børnum og ungum soleiðis, at tey fáa verið positivt aktiv á so mongum mótum sum gjørligt.

Uppi at venda vóru dagstovnar, skúlar, fótbóltsvøllir, fimleikahøll, hondbóltshøllir, Gula smiðja, komandi svimjihøll, Spjaldrið og so tað stóra ósjálvsøkna arbeiðið, sum gjørt verður í 17 ítróttarfeløgum og hartil í samkomuhúsum kring um í kommununi.

- Eyðvitað eru avbjóðingar her í kommununi sum flestu aðrar staðir í Føroyum, eins og aðrar staðir í heiminum, men einasti mátin at møta teimum, avbjóðingunum, man vera at raðfesta tilboðini til ungdómin. Sum borgarstjórin helt fyri: - Tað eri eg sannførdur um, at allar kommunur her í landinum gera eftir førimuni.

Guðmundur Joensen greiddi eisini ferðalagnum frá royndunum í ungdómshúsinum Gulu smiðju, nú eitt ár er umliðið síðan virksemið byrjaði har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder