Innanlands

Brimil sleipaði Rankan á Runavík

Rankin fekk maskintrupulleikar leygarnáttina

Brimil (Savnsmynd)

Brimil (Savnsmynd)

2019-02-03 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 3 leygarnáttina fekk MRCC boð um, at Rankin hevði fingið maskintrupulleikar, og hevði tí brúk fyri hjálp. Báturin var tá staddur 2,5 fj. sunnanfyri Borðuni.

Brimil var sendur at hjálpa, og klokkan 9 kom Brimil á Runavík við Rankanum, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

Seinni á degnum vóru eisini boð eftir bjargingarbáti, tá ein 27 fót glastrevjabátur fekk maskintrupulleikar stutt norður úr Risanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder