Franska sjónleikarakvinnan Brigitte Bardot er deyð, upplýsir grunnur hennara í dag sambært Ritzau.
Seinasta árið hevur hon fleiri ferðir verið innløgd, men fyrst í hesum mánaðinum boðaði hon frá, at hon var vorðin betri fyri.
Brigitte Bardot fett sítt altjóða gjøgnumbrot sum 22 ára gomul í filminum "Et dieu... créa la femme" (Og Guð skapti kvinnuna), sum varð leikstjórnaður av táverandi manni hennara, Roger Vadim.
Umframt fleiri filmsleiklutir hevur Bardot eisini spælt við í fleiri sangleikum og útgivið fleiri plátur.
Í 1973, tá hon var 39 ára gomul legði hon tó sjónleikin á hillina fyri at stríðast fyri rættindum hjá djórum.
Brigitte Bardot varð fødd í París í 1934. Hon gjørdist 91 ára gomul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald