Innanlands

Brexit: Góður fundur men ongin semja

Boris Johnson farin aftur til Bretlands uttan útlit til semju við ES-londini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-12-10 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES og Bretland fara nú at brúka komandi dagarnar fyri at kanna, um tað yvirhøvur ber til at koma ásamt um tað, ið framvegis skilir partarnar í samráðingunum um eina fríhandils- og samstarvsavtalu.

Sunnudagin skal ein avgerð takast, um hvat skal henda.

Tað er boðskapurin eftir at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, í gjárkvøldi hitti Ursulu von der Leyen, ES-nevndarforkvinnu í Brússel.

Fundurin tók tríggjar tímar og sambært útsøgnum frá ES-nevndini høgdu tey eitt “lívligt og áhugavert kjak” um spurningarnar, sum ikki eru avgreiddir enn. Men tey funnu onga semju.

Samráðingartoymini, sum hava ført samráðingar um avtaluna síðan í mars mánaði, hittast aftur í dag at finna eina loysn.

Tríggjar vikur eru til ársskiftið, tá Bretland kvettir seinastu bondini til ES og innara marknaðin. Tí hava bretar og ES-londini skund, um tey vilja finna eina semju, at byggja framhaldandi viðurskiftini á.

Um partarnir ikki semjast um hvussu handilssamstarvið skal halda fram, verða tað vanligu treytirnar hjá heimsheilsustovninum WTO, sum verða galdandi. Tað merkir eitt nú, at tollur og kvotur koma á vørur, sum Bretland og ES-londini í løtuni kunnu selja sínámillum tollfrítt.

Hetta fer at raka eitt nú danska matvøruídnaðin, sum í fjør útflutti fyri yvir 12 milliardir krónur til bretar. Danskt svínakjøt so sum bacon og pylsur, verður álagt 32,8 prosent í tolli, meðan tollurin á mjólk, smøri og øðrum mjólkarvørðum í miðal verður 55,4 prosent.

Danska landbúnaðarvinnan hevur fyrr víst á, at ein bretsk ‘no deal’ kann koma at kosta 4.600 donsk arbeiðspláss, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder