
Eitt bretskt par, sum síðan 1. februar hevur sitið í varðhaldi í Afganistan, er leyslatið og flutt til Doha, sigur bretska uttanríkismálaráðið.
Talan er um Peter og Barbie Reynolds, sum eru ávikavist 80 og 76 ár. Tey vórðu tikin av innlendismálaráðnum í Afganistan, sum er stýrt av Taliban, 1. februar.
Tað er í samstarvi við Katar, at tað er eydnast at fáa Peter og Barbie Reynolds leyslatin. Familjan hevur verið stýrin um teirra heilsu og forleikar at klára seg í varðhaldi hjá Taliban.
Taliban-stýrið hevur ongantíð greitt nærri frá, hví tey bæði vórðu handtikin. Stutta grundgevingin var, at tey høvdu brotið afganskar lógir, skrivar Ritzau.
Hjúnini hava búð í Afganistan í fleiri áratíggju og røkja granskingar- og útbúgvingarfyritøkuna Rebuild, og sambært bretskum miðlum hevði handtøkan samband við teirra undirvísingarvirksemi, sum m.a. umfataði undirvísing av møðrum og børnum, sum Taliban-stýrið í fyrsta umfari segði seg taka undir við.
Sambært einum dulnevndum embætisfólki, tók tað Katar fleiri mánaðir at samráðast við Taliban um leyslatingina av hjúninum.
Síðan Taliban aftur fekk valdið í Afganistan í 2021 hevur Katar spælt ein leiklut í leyslatingini av fleiri útlendingum, sum hava verið afturhildnir í Afganistan. Ameirkanska Faye Hall, sum varð handtikin saman við Peter og Barbie Reynolds, og tulki teirra varð leyslatin í mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald