Innanlands

Bretsk fregatt liggur og krokar

HMS St Albans skal inn á Oyrareingir, staðfestir uttanríkis- og mentamálaráðið. Hernaðarskipið hevur vitjað her áður

2026-03-11 10:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein fregatt hevur fyrrapartin verið at sæð millum Stong og Eystnes - áleið útfrá gomlu Hoyvíkini.

Tað kann skjótt staðfestast, at hendan ikki er donsk.

Portalurin hevur spurt seg fyri, og staðfestir Uttanríkis- og mentamálaráðið, at talan er um eina bretska fregatt.

Júst í morgun hevur hon krokað tætt við Havnina.

Talan er um HMS St Albans, sum skal á Oyrarreingir. Eftir ætlan verður skipið liggjandi til leygardagin, upplýsir Uttanríkis- og mentamálaráðið

HMS St Albans var eisini í Føroyum síðsta summar - í juli 2025.

[object Object]
HMS St. Albans á Havnini í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder