
Fregattin HMS Somerset hjá bretsku sjóverjuni vitjar hetta vikuskiftið í Havn.
Talan er um sokallaðan logistikstøðg í Føroyum, skrivar bretska sendistovan í Keypmannahavn í fráboðan til miðlarnar. Umborð á fregattini er eitt nú ein Mk2 tyrla hjá Naval Air Squadron.
Endamálið við vitjanini er at bunkra brennievni, mat og aðra neyðuga útgerð, eins og geva manningini, sum telur umleið 200, eina uppiborna hvíld.
Sagt verður, at manningin á HMS Somerset um vikuskiftið fer at taka ímmóti gestum umborð, eitt nú lesandi, skótum og krígsveteranum.
Bretska sendistovan skrivar, at vitjanin hjá HMS Somerset, eins og hjá MMS Albans fyrr í summar, undirstrikar raðfestingina hjá Bretlandi at skapa verju og trygd í Norðuratlandshavi, nú 80 ár eru liðin síðan bretska hernaðarliga nærveran í Føroyum endaði við krígslok eftir seinna heimsbardaga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald