Innanlands

Brenna bál í morgin

Fólk í Sjóvar kommunu fáa nú møguleika at brenna nýggjársbál saman

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-01-04 15:25 Author image
Ari av Rana

Veðrið var ikki til vildar at brenna bál í grótbrotinum nýggjársaftan, men nú fáa borgararnir í Sjóvar kommunu møguleika at brenna nýggjársbál saman. Strálan fer í samband við kommununa at brenna bál í morgin, leygardagin 5. januar, kl 17. 

Strálan hevur skipað so fyri at ein rúgva av plattum verða at brenna. Eisini verður ein bátur settur í bálið umframt nógv annað, sum brennur.

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu stendur, at skipað verður fyri bálið tvær ferðir um árið - á jóansøku og nýggjársaftan.

placeholder
placeholder