Mentan

Brellbiti av nýggja “The Crown” umfarinum

Fimta umfar av væl umtóktu sendirøðini “The Crown” kemur út 9. november

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-10-20 23:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Væl umtókta Netflix-sendirøðin “The Crown” kemur út í nýggjum umfari 9. november.

Í sendirøðini fylgir verða hendingarnar í bretska kongshúsinum, og í hesum umfarinum fer tað at snúgva seg um 1990’ini. Hjúnarbandið hjá táverandi Charles prinsi og Dianu prinsessu verður ein av snúningsdeplunum.

Tað er Imelda Staunton, sum spælir leiklutin sum Elisabeth drotning. Hon er millum annað kend frá Harry Potter-filmunum og Downton Abbey. Jonathan Pryce spælir leiklutin sum Philip prinsur, Elizabeth Debicki sum Diana prinsessa og Dominic West sum Charles prinsur.

[object Object]

[object Object]

Fyri atfinningum
The Crown hevur eisini verið fyri atfinninginum. Sjónleikarinnan Judi Dench finst at Netflix, og heldur at tað er stórur møguleiki fyri at ein stórur partur av hyggjarunum tulka sendirøðina sum søguligar hendingar, jú nærri vit koma nútíðini.

Netflix hevur áður vart sendirøðina og sagt, at hon er ein dramarøð bygt á søguligar hendingar.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder