placeholder
Innanlands

Breiðka vegin á Agninum

Talan er um áleið 400 metrar fram við Kornvatni og niðan til Eystnesveg.

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2026-09-08 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í heyst fer Nes kommuna undir at breiðaka eitt petti av vegnum á Agninum við tveimum metrum.

Í gjár var sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifelagið Falkon. Avtalað er, at Falkon fer at breiðka vegin umleið tveir metrar á Agninum, frá innkoyringini til seyðahúsið við Kornvatn og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), áleið 400 metrar til longdar. Hetta vegastrekkið hevur stóran tørv á ábótum, skrivar heimasíðan nes.fo.

Í fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er peningur avsettur, sambært einum tilboði frá Falkon, til at breiðka vegin á Agninum. 

Agnið, vegurin av Nesi og til Æðuvíkarvegin, hevur annars verið landsvegur. Fyri nøkrum árum síðan yvirtók kommunan ein part av hesum vegastrekki, ella niðan til Blákrossheimið.

Fyrr í ár er so avtalað við Landsverk, at kommunan yvirtekur vegin frá Blákrossheiminum og niðan til Eystnesveg (Mylluvegin), góðar 700 metrar.

Falkon fer undir arbeiðið út á heystið, og ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í hesum árinum. Tá ið breiðkingin er liðug, fer Landsverk, sambært avtaluni, at seta upp bilverju á vegastrekkinum við Kornavatn, skrivar Nes kommuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder