Flavio Bolsonaro, elsti sonur fyrrverandi brasilska forsetan, Jair Bolsonaro og valevni hjá Liberala flokkinum á forsetavalinum í Brasil, verður í løtuni kannaður fyri mutur og hvítvask.
Brasilski hægstirætturin fór undir kanningina í juli sum partur av størri kanning av miseydnaðu lánifyritøkuni Banco Master, skrivar Ritzau.
Fyrsta umfar av brasilska forsetavalinum verður 4. oktober, og Flavio Bolsonaro verður mettur at vera størsti kappingarneyti hjá núverandi vinstravenda forsetanum, Luiz Inácio Lula da Silva.
Tað er samveldisløgreglan í Brasil, sum hevur heitt á hægstarætt um at fara undir kanningarnar. Hetta er m.a. orsakað av, at forstjórin í Banco Master lat stuðul til ein film um Jair Bolsonaro og politisku yrkisleið hansara.
Flavio Bolsonaro sigur, at hann ikki hevur nakað at fjala.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald