Tá meldað verður til Tórshavn Marathon, sum er Føroya einasta
marathon, er møguleiki at lata eina upphædd í stuðli.
Haraftrat fara 100 krónur av tilmeldingargjaldinum til gongu ½ marathon beinleiðis til feløgini.
Peningurin fer til stuðul til nøkur feløg. Bragdið boðar frá, at í gjár varð stuðul handaður Alzheimersfelagnum, Heilafelagnum og Parkinsonfelanum.
- Vit eru fegin um samstarvið, tí Tórshavn Marathon er eitt stórt tiltak, sum krevur nógv hjálparfólk og her gera feløgini góðan mun, við at lata fólk til vaktarpostarnar úti á rutuni.
Til hugnaligu løtuna í okkara felagshúsið við Tórsbreyt vóru vit samdar. Samstarvið
heldur fram og vit gleða okkum til 7.juni 2026, tá enn fleiri, vónandi, fara at renna og ganga við til Tórshavn Marathon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald