Innanlands

Børnini á barnaheiminum eiga ikki tað sama

Í frágreiðingini hjá Løgtingsins Umboðsmanni um Barnaheimið kemur fram, at meðan summi børn eiga teldil, telefon og teldu, eiga onnur á somu deild onki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-27 15:32 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Viðvíkjandi atgongd til teldu, teldil og telefon var eingin ávísur politikkur. Upplýst varð, at tað var ógvuliga ymiskt, hvat børnini fingu heimanífrá av slíkari útgerð.

Tað skrivar Løgtingsins Umboðsmaður í frágreiðingini frá eftirlitsvitjanini á Føroya Barnaheimi. Tað var í fjør, at umboðsmaðurin vitjaði Trivnaðareind 10 og hevði eftirlit við umstøðunum hjá børnunum á staðnum. Nú hava ymiskir myndugleikar havt møguleika at viðmerkja frágreiðingina, og endaliga niðurstøðan er komin. 

Umboðsmaðurin sigur í síni frágreðing, at hon als ikki er nøgd við, hvussu børnini á Trivnaðareind 10 hava tað. 

- Samanumtikið haldi eg, at fleiri álvarsligir trupulleikar vóru í Trivnaðareind 10, og at umstøðurnar hjá teimum børnum og ungu, sum búgva í Trivnaðareind 10, kunnu betrast munandi, skrivar hon millum annað. Hon leggur tó afturat, at hon er nøgd við, at Almannaverkið hevur loyst fleiri trupulleikar, sum umboðsmaðurin vísti á í sambandi við vitjanina. 

Barnið átti ikki tað sama sum hini 
Sum partur av eftirlitsvitjanini, hevur umboðsmaðurin havt samrøðu við børn, sum búgva á barnaheiminum. Og tað gongur aftur, at mannagongdir mangla á ymiskum økjum. Eitt barn ynskti sær at hava teldu, teldil og telefon, tí onnur børn, sum barnið búði saman við høvdu tað. 

- Barnið vildi fegið hava teldu, teldil og telefon, tí tað høvdu øll hini børnini á deildini, stendur í frágreiðingini. Sambært frágreiðingini, vístu starvsfólkini umboðsmanninum á, at tað var ymsikt, hvussu nógv børnini fingu við heimanifrá av tílíkum. Men Umboðsmaðurin heldur tað vera óheppi, at børn, sum búgva so tætt saman, ikki hava somu møgulleikar. 

- Eg helt tað vera óheppið, at børn, sum búðu so tætt saman, høvdu ymiska atgongd til hesar ágóðar. Leiðslan lovaði at hugsa um, hvussu hesin trupulleiki kundi loysast, skrivar umboðsmaðurin. Í samanumtøkuni í frágreiðingini, vísir umboðsmaðurin eisini á, at mannagongdir eiga at verða skjalfestar á økinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder