Innanlands

Børn handað 40 hoyringarsvar um barnalógina

Umleið 170 børn, sum umboða næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt tríggjar barnaverndarstovnar, hava verið við til at skriva hoyringssvarini

Tað vóru sitandi og komandi landsstýrisfólk í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum 20. november (Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

Tað vóru sitandi og komandi landsstýrisfólk í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum 20. november (Mynd: Barna- og útbúgvingarmálaráðið)

2025-11-24 20:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á altjóða barnarættindadegnum, 20. november 2025, handaðu næmingar úr fólkaskúlum kring landið hoyringarsvar um barnalógina á tiltaki í Norðurlandahúsinum.

Umleið 170 børn hava verið við til at skriva hesi hoyringarsvar, og umboða tey næmingaráð og móttøkuflokkar úr 19 skúlum umframt trimum barnaverndarstovnum, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið í tíðindaskrivi.

Næmingaráðini hava viðgjørt eitt barnatillagað uppskot til barnalóg í nakrar vikur út frá tilfari, sum barnaverkætlanin hevur framleitt til endamálið. Næmingarnir greiddu sjálvir frá tilgongdini, og hvussu tey í skúlunum hava arbeitt við uppskotinum til barnalógina.

Nøkur høvuðsúrslit av innkomnu hoyringarsvarum blivu løgd fram, og børnini komu við ítøkiligum uppskotum til betranir av barnalógaruppskotinum.

Sum heild eru børnini nøgd og glað fyri uppskotið til barnalógina, og meta, at hon hevur góðar loysnir til avbjóðingar, sum børnini sjálv hava víst á fyrr í tilgongdini, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Tað vóru sitandi og komandi landsstýrisfólk í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen og Súsanna Bertholdsen, sum tóku ímóti hoyringarskrivunum.

Tá barnalógin er klár, verður hon send til almenna hoyring, har øll fáa høvi at gera møguligar viðmerkingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder