
Ekrem Imamoglu, borgarstjóri í Istanbul er dømdur eitt ár og átta mánaðar langa fongsulsrevsing fyri ærumeiðing.
Dómurin skal tó enn staðfestasts av tveimum kærudómstólum, skrivar Ritzau.
Dómurin snýr seg um, at hann skal hava háðað og hótt høvuðsákæran í Istanbul.
Imamoglu er undan forsetavalinum í 2028 útnevndur til valevni hjá flokkinum CHP, sum er størsti andstøðuflokkur í Turkalandi, og verður hann mettur at vera størsti kappingarneyti hjá sitandi forsetanum, Recep Tayyip Erdogan.
Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður síðan mars í sambandi við øðrum ákærum um mutur. Eisini er hann ákærudur fyri at stuðla yvirgangsfelagsskapinum PKK.
Hetta er aðru ferð, at Imamoglu verður dømdur fyri at háða almenn embætisfólk. Hann noktar seg sekan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald