
Hann sat á ovasta dekki í stívasta pussi, tá Smyril legði frá bryggju í Havn í kvøld, nevniliga í føroyskum búna.
Orsøkin til at Bjarni Johansen var í hesum, og at borgarstjórin í Vági sat umborð á Smyrli seint í kvøld, var, at hann hevði verið tit veitsludøgurða á Hotel Føroyum. Hesum lat hann væl at - í morgin verður vágbingurin vertur fyri kongavitjan.
- Vit byrja á bryggjuni um tíggju-tíðina og skulu so millum annað vitja Fab Lab, sigur borgarstjórin.
Bjarni Johansen dylur ikki fyri, at vitjanin hevur fylt nógv hjá Vágs kommunu.
-Nú bleiv tað so útsett í fjør. Tá vóru vit púra klár, so seinastu tíðina hevur tað mest snúð seg um at fínpussa. Eg kann ikki siga, um tað júst hevur so stóran týdning, at kongur vitjar, men tað er stórt og kann vera gott PR.
Bjarni vónar við hesum, at Vágs kommuna kann nýta vitjanina á einhvønn hátt víðari. Hann staðfestir, at fólk á staðnum tykjast spent - at tey í Vági eru “royal”.
Fyri Portalinum avdúkar borgarstjórin, sum er í gongd við sína aðru setu, at hann ikki verður í føroyskum búna til vitjanina í Vági. Tað verða tey kongaligu heldur ikki. Tað kann vera umráðandi at vera í góðum útiklæðum, tá farið verður til økið við Vágseiði, sum fylgið skal eitt sindur út á dagin.
Umframt vitjanina í Vági skulu kongahjúnini til Fámjin og til Tvøroyrar hósdagin 12. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald