Stýrið fyri Nánd hevur samtykt, at gjaldið fyri at koyra við serflutningstænastuni í økinum er kostnaðarfrítt galdandi frá 1. mars 2019.
Nú kommunurnar røkja serflutingstænastuna hevur stýrið eftir tilmæli frá leiðsluni í Nánd avgjørt, at gjaldið fyri serflutningstænastuna verður frítt, eins og bussflutningurin í kommununum er. Nánd keypti í januar ein buss til nýggju serflutningsskipanina, sum Nánd bjóðar borgarum í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, skrivar Eysturkommuna.
Nánd kann skipa fyri serflutningi til rørslutarnað fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól. Skipanin fevnir ikki um sjúkraflutning.
Dømi um tey, sum hava tørv á serflutningi, eru fólk sum:
- sita í koyristóli ella nýta líknandi hjálpitól
- vegna likamligt brek støðugt hava brúk fyri hjálp
- sum eru blind
- í avmarkaða tíð, vegna sjúku ella skaða, hava henda tørv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald