- Heimasandsfólk eru øðiliga bangin fyri, at vegur kemur ígjøgnum bygdina, so her er stórur meiriluti fyri einum tunnilsmunna norðanfyri bygdina.
Tað staðfestir borgarstjórin í Sands kommunu eftir borgarafundin á Sandi mikukvøldið, har lokal fólk komu til orðanna.
Sí eisini: Nógv flest vilja hava tunniln upp við Múlan
Kristian Oskar Henriksen sigur fyri Kringvarpinum, at tað var eitt einmælt bygdaráð, sum í síðstu viku kom til somu niðurstøðu, og at hetta verður hoyringssvari av Sandi.
Tað snýr seg tó ikki um, at eingin suðuroyaratunnil skal koma.
- Sjálvandi ynskja vit sandoyingar ein tunnil fyri suðuroyingar - tað er tað klárt. Vit hava fingið ein og síggja, tað sum tað hevur gjørt, slær Kristian Oskar Henriksen fast.
Heldur er tað stóra inntrivið í Sands Bygd og í ymiskum kring tí, sum man er ímóti. Og tí verður peikað á eina aðra loysn.
Hoyr samrøðuna í Kringvarpinum her
Herfyri gjørdu lokalfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi í Sandoynni eisini vart við seg. Hesir báðir flokkarnir hava sagt ja til linjuføring 1A, har Suðuroyartunnilin skal koma uppí Djúpadali á Sandoynni. Sandoyar Tjóðveldisfelag hóttir við at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum, um hetta verður veruleiki.
Sí eisini: Lokalfeløg á Sandoynni kunnu ikki góðtaka ætlaðu linjuføringina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald