Uttanlands

Bolsonaro: Fólk doyggja uttan arbeiði og løn

Tiltøkini, sum guvernørarnir hava sett í verk at steðga smittuspjaðingini, drepa búskapin, heldur brasilski forsetin

7. juli boðaði brasilski forsetin,Jair Bolsonaro, frá at hann var smittaður við korona. Síðan tá hevur hann verið avbyrgdur í heimi sínum (Mynd: EPA)

7. juli boðaði brasilski forsetin,Jair Bolsonaro, frá at hann var smittaður við korona. Síðan tá hevur hann verið avbyrgdur í heimi sínum (Mynd: EPA)

2020-07-19 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Brasil, sum er millum tey londini, ið eru harðast rakt av koronasmittuni, hava guvernørarnir í teimum ymsu statunum sett tiltøk í verk fyri at steðga smittuspjaðingini.

Men hesi tiltøkini drepa landsins búskap, heldur brasilski forsetin, Jair Bolsonaro. Tað segði hann, tá hann í gjár talaði fyri viðhaldsfólkum uttanfyri forsetabústaðin í høvuðsstaðnum Brasilia.

– Uttan løn og arbeiði doyggja fólk. Lockdown drepur, segði hann.

Hendan útsøgnin kemur í kjalarvørrinum á boðunum um, at brasilski búskapurin kann væntast at minka við 6,4 prosentum í ár orsakað av koronafarsóttini.

Bolsonaro er sjálvur smittaður við korona, og syrgdi hann fyri at vera í masku og at halda frástøðu, tá hann talaði í Brasilia í gjár.

Hann sigur seg vera væl fyri, tí hann tekur hydroxyklorokin, eitt slag av heilivági, sum m.a. verður brúkt móti malaria. Eisini tekur hann annan heilivág.

Les eisini: Bolsonaro orkar ikki at vera avbyrgdur heima

Brasilski forsetin hevur áður rópt virusið "eitt lítið forkølilsi", og er hann komin við atfinningum móti teimum tiltøkunum, sum guvernørarnir hava sett í verk fyri at steðga smittuspjaðingini. Eisini hevur hann áður noktað at brúkt masku og at halda frástøðu.

Brasil er tað landið í heiminum, sum hevur næsthægsta talið á tilburðum og andlátum. USA hevur hægsta talið.

Brasil hevur skrásett tvær mió. tilburðir og fleiri enn 78.000 andlát sambært Worldometers.info. Av teimum eru 1,3 mió. staðfest frísk aftur. Tey flestu, sum eru skrásett smittað í løtuni hava mild sjúkueyðkenni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder