Innanlands

Bókainnrás í Norðurlandahúsinum í allan dag

Bókadagarnir við tiltøkum og bókum fyri børn, ung og vaksin halda fram í Norðurlandahúsinum í dag

Kendur norskur rithøvundi er millum gestarøðararnar á bókadøgunum. Mynd Jan Müller

Kendur norskur rithøvundi er millum gestarøðararnar á bókadøgunum. Mynd Jan Müller

2023-11-19 11:48 Author image
Jan Müller
placeholder

Vilt tú vera partur av eini góðari og viðkomandi innrás, og ikki longu hevur verið so heppin at hava leitað innar í størsta føroyska mentanarhúsið, so skal tú fara í Norðurlandahúsið í dag, har bøkur í alskyns litum og fjølbroyttum og viðkomandi innihaldi eru á skránni.

[object Object]Myndir Jan Müller og Norðurlandahúsið

Tú kanst hitta javnaldrar, hoyra mongu rithøvundarnar siga sína søgu og annars vera partur av einum livandi og glaðum fólkahópi. Alt teimum ófatiliga mongu bókaverkunum, sum koma út á hvørjum ári, fyri at takka. Neyvan man nøkur einstøk tjóð í heimi fostra so mangar rithøvundar og harvið bøkur sum Føroyar. Og hetta er tað tú kanst uppliva í Norðurlandahúsinum í allan dag.

[object Object]

Skránna finnur tú á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, nlh.fo. Byrjað verður longu klokkan 12 við bókaframløguni “Føroysk bókmentasøga 2”, sum Turið Sigurðardóttir hevur skrivað. Malan Marnersdóttir fer at práta við hana.

[object Object]

Og longu klokkan 12.30 verður upplestur av barnabókini “Motorsúklan”, sum Richard H. Johansen hevur skrivað og Hans Niclasen myndprýtt. 

[object Object]

Allan seinnapartin eru samrøður við rithøvundar eitt nú Marjun Kjelnes, Rakel Helmsdal og Kim Simonsen fyri bert at nevna økur. Ein sera spennandi og fjølbroytt skrá, har fyrireikararnir hava megnað sína uppgávu til fulnar. Eisini eru fleiri verkstovur á skránni.  

[object Object]

Fyri tey, ið hava áhuga fyri bókmentum, og tey, sum sum kanska ikki hava nakað at taka sær til henda sunnudagin, er tað avgjørt eitt gott hugskot at leita sær niðan í Norðurlandahúsið, har matarstovan Systrar eisini ger sítt til at gera løtuna hugnaliga og góða. 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object][object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder