Innanlands

Bókaframøga í Rit&Rák: Drongurin, sum rópti so illa

Leygardagin klokkan 14 verður stór bókaframløga fyri alla familjuna í Rit & Rák. Hjalmar Didriksen Apol gevur sína fyrstu barnabók út, og fer at tekna saman við børnunum

2020-10-15 18:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 17. oktober kl. 14 verður stór bókaframløga fyri alla familjuna í Rit & Rák. 

Hjalmar Didriksen Apol gevur sína fyrstu barnabók út, sum hevur heitið “Drongurin, sum rópti so illa”. Hjalmar hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ein søga uttan tekst. Hetta er ein skemtilig søga, sum eisini fær lesaran at undrast og seta spurningar.  

Søgan snýr seg um drongin, sum rópar og rópar. Hann rópar, og øll hini halda fyri oyruni. Bráddliga fer høvdið á dronginum at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer drongurin? Man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi.

Til ber at tekna saman við Hjalmari og at fáa eina flotta ballón.

Eisini verður skattaveiða, Danny Baldursson kemur at spæla nøkur løg, og Miriam Nolsøe Johannesen fer at siga frá forvitnisligari søgu.

Bókadeild Føroya Lærarafelagsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder