placeholder
Mentan

Bókaframløga um føroyska rossið í Norðurlandahúsinum sunnudagin

Beinta Johannessen fer at greiða frá sínari bók, og síðani verður prát um føroysk ross og varðveiting av náttúru og djóralívi. Tvey føroysk ross at standa á vøllinum uttan fyri Norðurlandahúsið, meðan tiltakið verður

2021-10-21 20:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 24. oktober klokkan 15 verður bókaframløga við bókini Føroyska rossið, sum Beinta Johannessen hevur skrivað. Í hesum sambandi verður eisini prát við umboð frá Felagnum Føroysk Ross, NordGen og Búnaðarstovuni um varðveiting av nátturu og djórasløgum.

Á tiltakinum fara tvey føroysk ross at standa á vøllinum uttan fyri Norðurlandahúsið, so høvi verður eisini at síggja djórið, sum prátað verður um.

Byrjað verður við, at Beinta greiðir stutt frá bókini, og síðani verður prát um føroysk ross og varðveiting av náttúru og djóralívi. Jóna Ólavsdóttir úr Felagnum Føroysk Ross (FFR), Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni luttaka í prátinum. Orðstýrari verður Sigurð í Jákupsstovu.

Bókadeildin selur bókina fyri serprís á tiltakinum, og Felagið Føroysk Ross selur plakatir av føroyska rossinum. Harumframt verður kaffi og okkurt søtt til tey, sum koma at lurta.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeildina, Felagið Føroysk Ross og Norðurlandahúsið.

Um bókina

Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið er bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.

Bókadeildin og Nám góvu bókina út í heyst.

Bókadeild Føroya Lærarafelags

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder