Mentan

Bókaframløga í Syðrugøtu: Tróndur og rúnakelvið

Hósdagin 2. desember verður teknirøðin "Tróndur og Rúnakelvið", sum lýsir uppvøksturin hjá Tróndi í Gøtu, løgd fram

2021-11-26 19:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tróndur og rúnakelvið er ein forvitnislig teknirøð eftir brøðurnar Hans Jákup Mikkelsen og Petur Prent Mikkelsen. Í bókini leiðir høvundurin lesaran við sær meiri enn túsund ár aftur í tíð, tá hann í eini samanrenning av søguligum innliti og hugflogi endurskapar uppvøksturin hjá Tróndi í Gøtu.

Tað er Hans Jákup Mikkelsen úr Gøtu, sum hevur skrivað, og beiggi hansara Petur Prent Mikkelsen hevur myndprýtt.

– Hetta er ein roynd hjá mær at skapa eina samanhangandi søgu um uppvøksturin hjá Tróndi. Vit vita nakað um Trónd, men her eru stór hol í søguni – og tey havi eg roynt at fylt. Hetta er bygt á søguna, sum er samanflættað við tí mytiska frá norrønu gudalæruni, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Til bókina eru eisini framleidd rúnakelvi, sum antin kunnu keypast leys ella saman við bókini. Rúnakelvini eru rist við rúnunum Galdur, Dirvi, Frælsi, Alskur og Vísur.

[object Object]

Bókin og rúnakelvini verða løgd fram í hoyggjhúsinum hjá Rønn og Pól Huus í Syðrugøtu hósdagin klokkan 19, har høvundurin sigur frá arbeiðinum frá hugskoti til bók, eins og Páll Isholm fer at viðgera bókina saman við Hans Jákup.

– Óluva bleiv burturgift til Gøtu og frá henni kom mæta ættin gøtuskeggjar. Mín spurningur hevur altíð verið, júst hví ættin gjørdist so mæt. Hesum spurninginum havi eg roynt at svarað í bókini, leggjur Hans Jákup afturat.

Framløgan verður 2. desember í hoyggjhúsinum hjá Rønn og Pól Huus í Syðrugøtu. Eisini verður høvi at ogna sær bókina til tiltakið, og høvundurin signerar fegin.

Bókin og rúnakelvini fáast til keyps í Rit og Rák, Gamla bókhandli í Havn, Alfa bókhandli í Klaksvík og í Bókabúðini í Saltangará.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder