Mentan

Bókaframløga á Tjóðpallinum

Tvær nýggjar Shakespeare-týðingar, Richard III og Hamlet, verða lagdar fram mánakvøldið 21. oktober kl. 19.

2019-10-18 08:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvær nýggjar Shakespeare-týðingar verða lagdar fram á Tjóðpalli Føroya mánakvøldið. Talan er um Richard III sum Axel Tórgarð týddi, og Hamlet sum Hans Tórgarð hevur týtt. Tað er Forlagið Stiðin, ið gevur út.

Richard III er uttan iva eitt tað størsta bølmenni í bókmentasøguni; kryplaður í sinni og kryplaður í skinni svikar, lýgur og myrðir hann sær veg til ensku trúnuna.

Axel Tórgarð týddi leikin í 2005, týðingin er síðani gjøgnumgingin og rættllisin og kemur nú út á fyrsta sinni á føroyskum.

Hamlet er kendasti leikurin hjá Shakespeare, og kanska kendasti sjónleikur nakrantíð. Eingin leikur hevur skapt so nógv tiltøk, hugtók og orðatøk: ‘At vera ella ikki’, ‘Okkurt er rotið í Danmark’ og ‘Meira er millum himmal og jørð’ eru bara nøkur fá dømir. Týðingin er gjørd í samband við, at Hamlet verður framførdur í Norðulandahúsinum í November, og nú ber so eisini til at ogna sær leikin í bók.

Bókaframløgan verður í forhøllini á Tjóðpalli Føroya mánakvøldið 21. oktober kl. 19. Upplestur úr báðum verkunum verður á skránni, og harafturat ber til at ogna sær bøkurnar. Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder