Mentan

Bókaframløga á Bókasavninum við Løkin

Mikukvøldið verður stuttsøgusavnið Kvøl lagt fram. Savnið er úrslit av stuttsøgukapping, sum Runavíkar kommuna skipaði fyri í sambandi við Mentanarvikuna

Tiltakið, ið er fyriskipað av Sprotanum og Runavíkar kommunu, verður á Bókasavninum við Løkin mikukvøldið

Tiltakið, ið er fyriskipað av Sprotanum og Runavíkar kommunu, verður á Bókasavninum við Løkin mikukvøldið

2021-09-13 07:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 15. september klokkan átta verður almen framløga av stuttsøgusavninum Kvøl á Bókasavninum við Løkin.

Kvøl er úrslitið av stuttsøgukappingini, sum Runavíkar kommuna skipaði fyri í sambandi við mentanarvikuna 2021. Fleiri enn 60 søgur komu inn, og Kvøl er úrval, sum avdúkar, at nógvir skaldaspírar eru í landinum.

Hetta kvøldið bjóðar borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen vælkomin og fer at greiða frá um tankan aftanfyri skrivikappingina. Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum fer at greiða frá um savnið sum heild, og eisini fara nakrir av rithøvundunum at lesa brot úr stuttsøgum teirra, umframt at Sanna Klein fer at seta teimum nakrar spurningar.

Dania O. Tausen kemur at spæla tónleik, og eisini verður ein góður drekkamður at fáa, umframt at tað ber til at ogna sær eitt eintak av savninum.

Tiltakið er eitt samstarv millum Sprotan og Runavíkar kommunu.

Um bókina

Tað, ið eyðkennir søgurnar, eru skuggasíður. Tað, ið vit kanska ikki tosa so nógv um. Angist, sálarligan harðskap, ræðslu, tunglyndi, vantandi sjálvsvirði og annað, ið fólk dragast við.

Beinta Dánialsdóttir hevur gjørt kápumyndina, og rithøvundarnir eru:

  • Rúna Løkságarð Josephsen
  • Ben Arabo
  • Joan Kannuberg
  • Lena K. Langgaard
  • Katrin H. Celik
  • Páll Oddur Rubeksen
  • Rannvá Matras-Olsen
  • Tóra við Keldu
  • Bárður Persson
  • Rannvá Glerfoss
  • Birgir Ferjá Heldarskarð
  • Gretchen Rasmussen
  • Vivian Guðjonsson
  • Turid Thomsen
  • Silvurlín Solbjerg Jóhansdóttir

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder