Hvør fær ársins Ebbu-virðisløn? Tað finna vit út av, tá ið ársins Bókadagar verða settir við einum kvøldi, ið sameinir orð, tónleik og heiðran av føroyskum rithøvundum.
Tað verður í Norðurlandahúsinum 14. novembur kl. 19.
![]()
Þórgunnur Anna Örnólfsdóttir og Kuluk Helms
Ein listarlig uppliving tvørtur um mørk
Kvøldið byrjar við eini listarligari framførslu við grønlendsk-danska yrkjaranum Kuluk Helms og íslendsku operasangarinnuni Þórgunni Önnu Örnólfsdóttir. Helms lesur yrkingar úr yrkingasavni hennara “Min sjæl har vokseværk” (2023), sum hevur fingið sera góð skotsmál, og Örnólfsdóttir tulkar tekstirnar við operasangi, sum íslendski tónasmiðurin, Finnur Hansen, hevur tónsett.
Eftir framførsluna verður ein samrøða millum tær báðar listakvinnurnar um samstarvið teirra millum, og um hvussu skaldskapur og tónleikur kunnu skapa nýggj úttrykk.
Heiður til bókmentirnar
Tá ið tónarnir hava lagt seg, er tíð at heiðra føroyskum bókmentum. Ebbu-virðislønin verður handað ungum rithøvundi, ið vísir serlig evni.
Rithøvundurin Ebba Hentze lat Rithøvundafelagnum part av sínum arvi til virðisløn at heiðra lovandi ungum høvundum. Virðislønin verður handað árliga. Harumframt fer Rithøvundafelagið at tilnevna tveir heiðurslimir, ið hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri bókmentir og felagið. Í hesum sambandi verða bøkur hjá høvundunum vístar fram.
Tað eru Norðurlandahúsið og Rithøvundafelag Føroya, ið skipa fyri kvøldinum. Tiltøkini eru ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald