Innanlands

Boðaðu frá eldi í Klaksvík

Í gjár varð boðað frá eldi í nøkrum egningarskúrum í Klaksvík – Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk sløkt eldin, og orsøkin til eldin skal nú kannast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-06-17 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð boðað frá eldi í nøkrum egningarskúrum í Klaksvík.

Talan var um stóran eld, men sløkkiliðið var skjótt á staðnum og fekk skjótt sløkt eldin, áðrenn hann náddi at breiða seg, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fráboðanin kom stutt fyri klokkan hálvgum fimm. Hvør orsøkin var til eldin er ikki greitt, men tað skal kannast, verður upplýst av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder