Innanlands

Boð send eftir tyrluni av Sandoynni í nátt

Tyrlan fór til Skopunar, har boð var eftir sjúkraflutningi

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-10-01 09:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tyrlan var í nátt boðsend til Skopunar, har fólk hevði tørv á sjúkraflutningi.

Tað var klokkan 01:05 í nátt at sjúkrahúsið setti seg í samband við MRCC um at fáa tyrluna til Skopunar. Har var fólk, sum hevði tørv á at flytast á sjúkrahúsið.

- Talan var um vanligan sjúkraflutning, og at tað spældi av júst sum tað eigur, verður sagt av MRCC støðini.

MRCC sendi boð eftir tyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór beinan veg til Skopunar. Tyrlan lendi í Skopun klokkan 01:36 og áleið 20 minuttir seinni var persónurin ávegis til Havnar á Landssjúkrahúsið. Klokkan 02:00 setti tyrlan seg á tyrlupallin við Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder