Innanlands

Boð eftir Sverra í morgun

Ein útróðrarbátur var uppsteðgaður sunnanfyri Mykines, og Sverri sleipaði hann inn á Miðvág

Sverri (Savnsmynd)

Sverri (Savnsmynd)

2019-07-19 19:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan fimm í morgun fekk MRCC boð um, at ein bátur var uppsteðgaður og hevði brúk fyri hjálp.

Talan var um útróðrarbátin Sunnva, sum var staddur sunnanfyri Mykines.

Boð vóru síðani send eftir bjargingarbátinum Sverra, sum loysti frá landi klokkan hálvgum seks.

Tá klokkan var uml. hálvgum níggju, var Sverri komin á Miðvág við bátinum, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder