Uttanlands

Bloomberg er ikki komin á valseðlarnar enn

Stríðið í demokratiska flokkinum kann gerast ein fyrimunur hjá ríkmanninum at stilla upp fyri demokratarnar móti Donald Trump

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-13 12:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður, sum enn ikki er komin á valseðlarnar, kann vísa seg at gerast stóri jokarin í kappingini um at gerast demokratiskt forsetavalevni í stríðnum móti Donald Trump í november.

Eftir undanvalini í Iowa og New Hampshire er tað Bernie Sanders og Pete Buttigieg, sum hava lagt seg á odda í stríðnum, meðan favoritturin higartil, fyrrverandi varaforsetin Joe Biden, tykist at missa leiðsluna, hann í langa tíð hevur havt í veljarakanningunum.

Eisini ein kvinna er farin av blanda seg í stríðið, nevniliga Amy Klobushar, sum óvæntað fekk triðflestar atkvøður í New Hampshire.

Onga atkvøðu enn
Men ein maður, sum ikki hevur fingið eina einastu atkvøðu á undanvalunum higartil er framvegis tann, sum fleiri tosa um.

Nevniliga fyrrverandi borgarstjórin í New York, milliardingurin Michael Bloomberg – heimsins 9. ríkasti maður.

Hann sigst vera góður fyri 55 milliardir dollarar – gott 375 milliardir krónur.

Higartil hevur Michael Bloomberg ført eitt óvanligt valstríð. Ístaðin fyri at luttaka á veljarafundum hevur hann brúkt eina ovurstóra upphædd til at bumba amerikansku sjónvarpshyggjarunum við reklamum.

Hetta hevur eydnast so mikið væl, at hann í veljarakanningunum fyri alt landið liggur á einum triðja plássi eftir Bernie Sanders og Joe Biden.

Kann savna amerikanarar
Sambært danska blaðnum Berlingske Tidende kann demokratiska valstríðið hesaferð vera ein fyrimunur fyri júst Michael Bloomberg. Tað gongur niður á bakka hjá Joe Biden, 38 ára gamli Buttigieg er enn ókendur millum fólk flest, og Sanders er ov vinstrasinnaður fyri flestu amerikanarar.

Bloomberg verður mettur at vera eitt gott boð um eitt valevni, ið kann savna tjóðina. Tí fyri demokratisku veljararnar snýr tað seg fyrst av øllum um at fáa Donald Trump burtur.

77 ára Michael Bloomberg var borgarstjóri í New York frá 1. januar 2002 til 31. desember 2013. Tá hann varð valdur til borgarstjóra var tað sum republikanari. Í 2008 segði hann seg vera óheftur og nú blandar hann seg so í stríðið um at gerast demokratiskur forseti.

Hansara endamál við at stilla upp er fyrst av øllum at sleppa av við Trump og at ”byggja Amerika uppaftur”.

Sum stovnari av miðlafyritøkuni Bloomberg L.P., ið kunnar um vinnulív og viðurskifti á partabræva- og peningamarknaðinum, hevur Michael Bloomberg vunnið sær so nógvar pengar, at fíggingin av einum valstríði ikki er nakar trupulleiki fyri hann.

Roknað verður við, at hann fer at melda seg inn í veruliga valstríðið undan sokallaða Super Tuesday, 3. mars, tá undanval verða hildin í Alabama, Arkansas, California, Colorado, Maine, Massachusetts, Minnesota, North Carolina, Oklahoma, Tennessee, Texas, Utah, Vermont, Virginia og millum limir í demokratiska flokkinum, sum búgva uttanlands. 1.357 av tilsamans 3.979 valfólkum skulu veljast og eisini hevur tað stóran týdning, at teir báðir fólkaríkastu statirnir í USA, California og Texas eru partur av Super Tuesday.  

(Grein rættað kl. 13.25)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder