Innanlands

Blokkurin verður frystur á 541 milliónum hetta valskeiðið

Nýggja samgongan ætlar tó at fara undir at samráðingar við Danmark - hetta fyri at fáa limaskapir í altjóða samstørvum og størri sjálvsavgerðarrætt. Tjóðarsemja verður ikki nevnd í samgonguskjalinum

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2026-04-09 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bárður á Steig Nielsen verður eftir øllum at døma landsstýrismaður í uttanríksimálum, og Sambandsflokkurin hevur fingið týðilga sína ávirkan á hetta í samgonguskjalinum.

Flokkurin ásannar tó, at broytingar noyðast at gerast, so Føroyar fáa "tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða okkum úti í heimi".

Samráðast skal eisini við Danmark, eins og ætlaninin hevur verið við sonenvdu tjóðarsemjuni, sum allir flokkar, fyriuttan Sambandsflokkurin hava verið við til. Hendan semjan verður ikki nevnd í dagsins skjali.

Tó hevur Beinir Johannesen júst staðfest, at veruliga samráðingar um støðu Føroya skulu vera. At man fer at vera statur, kann tó ikki staðfestast, og tískil 

Tað verður tó gjørt greitt, at nú skal blokkurin aftur frystast: Á verandi 541,8 mió. krónum, sum ríkisveitingin verður á hetta valskeiðið.

Seinasta samgonga valdi annars at lækka blokkin, so hóast tosa verður um "at staðfesta sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum", so skulu Føroyar framvegis fáa yvir hálva millard árliga úr danska statskassanum.

Hetta er tað, sum samgonguskjalið sigur um sambandið við Danmark - undir "Føroyar og útheimurin":

Verandi karmar geva ikki Føroyum tær neyðugu uttanríkispolitisku heimildirnar, ið skulu til fyri at umboða okkum úti í heimi.

Vit skulu vera við, har avgerðirnar verða tiknar. Tí fara vit at samráðast við donsku stjórnina fyri at fáa limaskapir í altjóða samstørvum; herundir gera ella knýta okkum upp í altjóða avtalur, so sum fríhandils- og tvískattaavtalur.

Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum.

Ríkisveitingin verður fastfryst á 541,8 mió. kr.

Vit fara at kanna møguleikan fyri lima- ella atlimaskapi í EFTA, so vit kunnu fáa fleiri handilsavtalur.

Arbeiðið við fríhandilsavtalu við ES og onnur lond, har marknaður er fyri okkara útflutningsvørum, verður styrkt.

Vit skulu framhaldandi vera ein sjálvsagdur partur av NATO og vesturheiminum. Allar avgerðir á verju- og trygdarøkinum, ið viðvíkja Føroyum, skulu góðkennast av føroyskum myndugleikum.

Yvirtøkur verða framdar í semju millum samgonguflokkarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder