Innanlands

Blokkpolitikkurin farin í søguna

ABC samgonguskjalið er nú undirskrivað - mánadagin fer løgtingið at velja Beinir Johannesen til løgmann

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-09 12:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Blokkpolitikkurin er farin í søguna. Tíðin er búgvin til breiðar semjur.

Hetta má sigast at vera høvuðsyvirskriftin fyri ABC-samgonguna, sum júst hevur sæð dagsins ljós. Tað hendi tá Beinir Johannesen, komandi løgmaður, Bárðus á Steig Nielsen, komandi landsstýrismaður við uttanríkis- og fiskivinnumálum og Aksel V. Johannesen, komandi landsstýrismaður við fíggjarmálum fyri løtu síðani skrivaðu undir samgonguskjalið við yvirskriftini “Ábyrgd, støðufesti og breiðar semjur”.

Tað eru ikki einans tíðindafólk og politiskir eygleiðarar, sum hava undrast yvir, at samgongusamráðingarnar hesaferð hava gingið so skjótt og ómakaleyst. Tað var eisini óvæntað fyri politikararnar, bæði teir í samgongu og andstøðu.

Sveinastykkið

So sigast má, at um hetta samgonguskjalið er sveinastykkið hjá Føroya yngsta løgmanni nakrantíð, Beini Johannessen, so er talan um eitt vala avrik av unga fólkafloksformanninum.

Hann hevur megnað at finna fram til eina breiða politiska semju millum teir tríggjar gomlu flokkarnir, har floksformenninir – at síggja til – allir tríggir eru nøgdir bæði við politiska manifestið, men eisini yvir tey málsøkini, sum flokkarnir hava fingið at umsita hetta samgonguskeiðið.

Les eisini: Blokkurin verður frystur á 541 milliónum hetta valskeiðið

Fólkaflokkurin fær, umframt løgmanssessin, vinnumál, herundir samfersla og útlendingamál, og mentamál, herundir útbúgving.

Sambandsflokkurin fær uttanríkis- og fiskivinnumál og heilsumál, herundir orka og umhvørvi.

Og Javnaðarflokkurin fær fíggjarmál og almannamál.

Harvið kann sigast, at allir flokkar hava fingið málsøki at umsita, ið eru væl hóskandi hjá øllum flokkunum sær at umsita mál, sum flokkarnir leggja dent á.

Beinir Johannesen nevndi á vinnuøkinum serliga at betra um umstøðurnar hjá sjálvstøðugum vinnurekandi og tørvurin á at tálma tilflytingini og seta krøv til útlendingar.

Bárður á Steig Nielsen nevndi serliga at knútar á ríkisrættarliga økinum skulu loysast, at tryggja føroyingum bíliga grøna orku og tryggja føroyingum viðgerð og eftirviðgerð við sjúku.

Og Aksel V. Johannesen nýtti høvið til at vísa á, at Javnaðarflokkurin vil hála teir borgarligu flokkarnar til vinstru, at fólk, ið eiga fleiri enn tvey hús, skulu rinda skatt av yvirskotinum, at peningastovnar skulu rinda meira í skatti, at nógv fleiri smáar íbúðir skulu byggjast, leigustuðul skal innførast og at fakfelagsgjald skal kunna trekkjast frá í skatti.

Les eisini: Oljuvinna partur av samgonguskjali

Breiðar semjur

Við eini eini breiðari samgongu við 22 tingfólkum verður tað helst ikki so spennandi hjá Tjóðveldi og teimum trimum smáu flokkunum at sita í andstøðu.

Men komandi løgmaður lovar, at tey taka lyftið um breiðar semjur í álvara, og ætla at taka andstøðuflokkarnar við í fleiri av málunum, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja, eitt nú nýskipanum.

Og so eisini í samráðingum við Danmark um størri uttanríkispolitiskar heimildir og atgongd til altjóða samstarv.

Onki um Suðuroyartunnlinin

Hóast Suðuroyartunnilin var eitt høvuðsmál í valstríðnum, ikki minst hjá valevnum og veljarum í Suðuroy, so er henda søgunnar størsta íløga einans nevnd einaferð í samgonguskjalinum.

Um orsøkina segði Beinir Johannesen á tíðindafundinum, at tað málið er samtykt, og at meira hendir ikki í málinum fyrr enn verkætlanin er boðin út og vit kenna prísin fyri tunnilin.

- Fyrr enn tað er kent, gera vit ikki meira við tunnilin politiskt, staðfesti komandi løgmaður.

Tað, sum stendur um Suðuroyartunnilin í samgonguskjalinum er hetta:

“Meðan bíðað verður eftir, at tilboðini til Suðuroyartunnilin koma inn, verður kannað, hvør best møguliga fígging er.”

Sí myndir her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder