
Ein útlendskur maður var í gjár framstillaður í rættinum fyri at hava framt fleiri lógarbrot. Kravið hjá løgregluni var útvísing, men rætturin metti ikki, at maðurin skuldi útvísast, og tí varð hann leyslatin aftur, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá í morgun.
Talan er um ein eysturevropeiskan mann í 30unum, sum kom til Føroya í fjør í arbeiðsørindum.
Maðurin er skuldsettur í einum máli um harðskap og seks ella sjey málum um stuldur. Talan er tó ikki um nakað álvarsamt.
Sum skilst hevur maðurin onkur persónlig sambond í Føroyum, og tað kann hava havt ávirkan á avgerðina hjá rættinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald