2018-08-18 18:40
Svenski kult bólkurin BLACK INGVARS, ið er ein av kendastu bólkunum í norðurlondum, er lendur í øllum góðum, boðar Tvøroyar Klubbi frá.
Veðrið hevur verið ivasamt seinastu dagarnar, men flugvarin hjá teimum lendi í øllum góðum.
Leiðin gongur nú suður á Tvøroyri til stóra tónleikatiltakið, sum byrjar klokkan 22 í kvøld.
Bólkurin ASYLLEX hitar upp saman við upcoming rockbólkinum SPEROL, ið nýliga hevur gjørt sáttmála í USA.
BLACK INGVARS fer á stóra pallin i Klubbanum eftir miðnátt.
Føroyski DJ-in, DJ HUSTLER verður eisini við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald