Hon kennir seg ikki veruliga vera lidna við politikk, og havnarkvinnan skal "venja seg við ikki at blanda seg".
- Tað er bara ein kensla eg havi hvønn morgun og eri ikki komin til sættis við nýggja veruleikan enn. Men man skal eisini finna hurðina, og um man skal gera okkurt annað, so var tað nú.
61-ára gamla Bjørt Samuelsen hevur verið virkin í politikki í yvir 18 ár. Tjóðveldiskvinnan varð vald á ting í januar 2008 og hevur, umframt at verið tingkvinna, virkað sum landsstýrisfólk og tingforkvinna.
![]()
Bjørt Samuelsen á ólavsøku í fjør, tá hon setti tingsetuna (Mynd: Jens Kr. Vang)
Hon fekk 759 atkvøður á løgtingsvalinum í 2022 og var næstvald á Tjóðveldislistanum. Tveir dagar eftir at Aksel V. Johannesen í síðsta mánaða útskirvaði val, boðaði Bjørt Samuelsen frá, at hon gevst í polikki.
- Árini leggjast skjótt afturat, og skal eg ganga aðra leið, so er løtan nú.Tað hevur verið ein heiður at vera tingkvinna í so mong ár, og ikki minni at røkja sessin sum løgtingsforkvinna hesa seinastu setuna, skrivaði Bjørt Samuelsen, sum síðani hevur nýtt eitt sindur av tíð at varpa ljós á nýggj valevni.
Les eisini: Løgtingsforkvinnan takkar fyri seg
Sí eisini: Bjørg Brynhildardóttir Egholm yngsta tingfólkið higartil
Í dag staðfesti ein heldur rørd løgtingsforkvinna, at tað er og verður torført at venja seg við nýggja veruleikan. Bjørt Samuelsen ætlar sær fyrst at arbeiða við egnu fyritøkuni innan samskifti.
Hetta var eftir, at øll forfólkini høvdu verið inni hjá Bjørt Samuelsen og peikað á Beinir Johannesen sum nýggjan samráðingarleiðara. Sum ein av seinastu formligu uppgávunum hjá tjóðveldiskvinnuni í politikki, handaði hon fólkafloksformanninum ein brævbjálva við samráðingarrættinum. Tað er í áhuganum hjá fleiri, at vit ikki bíðaðu til mánadagin við hesum, helt Bjørt Samuelsen fyri í samrøðuni við Portalin.
Hoyr alla samrøðuna ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald