Innanlands

Bjørg Jacobsen og Borgný Mohr valdar í nevndina í Starvsfelagnum

Starvsfelagið hevði aðalfund leygardagin

2026-03-08 09:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tveir nevndarsessir stóðu fyri vali á aðalfundi hjá Starvsfelagnum 7. mars 2026 í Smæruni, og Bjørg Jacobsen og Borgný Mohr vórðu valdar í nevndina.

Fimm valevni bjóðaðu seg fram til teir tveir nevndarsessirnar, ið stóðu fyri vali.

Umframt tær báðar valdu vóru Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum stóð fyri afturvali, og Ann S. Poulsen og Tanya E. Joensen, sum stillaðu upp fyri fyrstu ferð.

Bjørg varð fyrstvald við 120 atkvøðum, meðan Borgný varð næstvald við 117 atkvøðum.

Ann S. Poulsen varð fyrstvaldur tiltakslimur og Tanya E. Joensen varð næstvaldur tiltakslimur.

Nevndarlimir í Starvsfelagnum verða valdir fyri trý ár í senn, og nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Starvsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder