Innanlands

Bjarni og Djóni fara aftur í tingið í desember

Avloysa núverandi løgtingsmenninir hjá Framsókn og Javnaðarflokkinum, Árni M. Dam og Kim Durhuus. Hjá Tjóðveldi verður eingin broyting í tingmanningini

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-11-05 07:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta avleiðingin av nýggju nýskipanarnevdini varð kunngjørt í gjár. Hon inniber millum annað, at tríggir landsstýrismenn - umframt tríggir aðalstjórar - skulu frá 1. desember. Aðrar flytingar eru, og tað skal spara landskassanum 20 milliónir krónur at fara frá høga talinum níggju til møguliga fasta talið av landssýrisfólkum framyvir: Seks.

Sí eisini yvirlit: Soleiðis síggja aðalráðini út frá 1. desember

Les eisini: Blóðbaðið í Tinganesi

Hoyr tíðindafund og samrøðu: - Tá níggju bleiv til seks

Sambært spildurnýggjari veljarakanning hjá Portalinum, er best umtókti landsstýrismaðurin í løtuni ein teirra, sum rýkur. Tað eru tó ikki avrikini hjá Bjarna Kárason Petersen, sum hava talt ímóti honum: Tað er tað, at lógarmál ikki eru eitt so stórt aðalráð, og nú fara undir løgmálaráðið.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið var eisini nýtt, tá tað kom í 2022. Samgongan hevur valt at hildið fast í hesum aðalráðnum, hóast nýskipanarnevdin mælti til, at koyra tað undir serliga undir útbúgvingar- og mentamál. Løgmaður sigur seg tó vilja tryggja, at "eingin børn falla ígjøgnum í skipanini".

Hildið veður tó ikki fast í Djóna Nolsøe Joensen. Tað hevur ikki verið nágreina hví enn - kanska er tað tí, at hann varð valdur á løgtingsvalinum - men Súsanna Bertholdsen yvirtekur málsøkið, meðan Margit Stóra aftur fær heilsumál, sum nú eisini eru almannamál.

Djóni Nolsøe Joensen lá høgt í metum í fyrstu kanningunum. Síðani er hann fallin nakað; nú er tað helst vegna málið um Glasir. Lægstur av landsstýrisfólkunum í løtuni liggur tó tann nýggjasti: Jóhan Christiansen. Níggju-mánaðar skeiðið hjá honum hevur higartil verið merkt av nøkrum heldur óheppnum málum: Strandferðslan fyllur nógv, og so var tað vantandi kunningin um ICES-tilmælini.

Sí eisini: Bjarni K klárar se best av øllum

Fyrrveandi borgarstjórin í Eysturkommunu var ikki virkin í politikki, tá hann avloysti Dennis Holm fyrst í mars. Harvið verður eingin broyting í tingmanningini hjá Tjóðveldi, tá  Jóhan Christiansen ferúr Tinganesi um smáar vikur - og Liljan Weihe heldur fram í tinginum.

Hjá Javnaðarflokkinum og Framsókn verður tað mann fyri mann. Ávikavist Kim Durhuus og Árni M. Dam mugu víkja sæti fyri núverandi landsstýrismonnunum. Bæði Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen stóðu seg ógvuliga væl á løgtingsvalinum í 2022. Tað er ikki júst tað, sum teir ynskja, men nú kunnu teir skjótt koma inn á løgting aftur og royna at gea mun og vart við seg í eitt lítið ár afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder