Innanlands

Bjarni og Anna eru nýggir eindarleiðarar á dagstovnaøkinum

Tórshavnar kommuna hevur sett Bjarna Beder og Annu Dalsgaard í starv frá 1. januar at rokna. Bæði eru námsfrøðingar og hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum

Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli. Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum (Mynd: torshavn.fo)

2023-12-07 18:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bjarni Beder og Anna Dalsgaard eru sett sum eindarleiðarar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Hetta skrivar torshavn.fo í dag.

Anna og Bjarni eru bæði útbúgvin námsfrøðingar og hava drúgvar royndir á dagstovnaøkinum.

- Anna Dalsgaard hevur arbeitt sum námsfrøðingur á almannaøkinum og dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hon verið stovnsleiðari í Býlingshúsinum undir Fjalli.

- Bjarni Beder hevur í nógv ár arbeitt á dagstovnaøkinum. Seinastu 8 árini hevur hann verið dagstovnaleiðari í Frítíðarskúlunum í Hoyvík og Klubb 188. Harumframt var hann eitt skifti leiðari á Frítíðarskúlanum á Fløtum.

Tey byrja í starvi 1. januar 2024 boðar Tórshavnar kommuna frá.

[object Object]Jan Mølvad, deildarleiðari á Barna og Ungdómsøkinum, Bjarni Beder, nýggjur eindarleiðari, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Anna Dalsgaard, nýggjur eindarleiðari, og Jóan Petur Hentze, trivnaðaratjóri (Mynd: torshavn.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder