Innanlands

Bjarni Kárason Petersen er aftur úr barnsburðarfarloyvi

Tingmaðurin hjá Framsókn hevur í dag tikið sæti á tingið aftur og avloyst Árna Dam. Stór mál eru ávegis

Nú er næstvaldi á listanum hjá Framsókn til seinasta val aftur í tinginum. Bjarni K. Petersen hevur í dag, týsdagin 17. februar, tikið sætið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Nú er næstvaldi á listanum hjá Framsókn til seinasta val aftur í tinginum. Bjarni K. Petersen hevur í dag, týsdagin 17. februar, tikið sætið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-02-17 15:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. desember 2025 fór hann frá at vera landsstýrismaður til at vera tingmaður, og 1. januar 2026 fór Bjarni Kárason Petersen í barnsburðarfarloyvi fyri triðju ferð í hesum tingskeiðnum.

Nú er næstvaldi á listanum hjá Framsókn til seinasta val aftur í tinginum. Bjarni K. Petersen tók í dag, týsdagin 17. februar, sætið aftur. 

Hetta eftir fráboðan frá tingliminum í gjár.

Tað skrivar Løgtingið á heimasíðu sínari.

Seinastu tíðina hevur næsta fólk á lista Framsóknar, Árni M. Dam, røkt sessin. 

Hoyr eisini: Video: - Tað verður eingin føroyskur statur í danska ríkinum

Tingfundurin var liðugur fyri løtu síðani. Nógv áhugavert er á skránni í tinginum hesa vikuna.

Í morgin, mikudagin 18. februar, eru munnligir fyrispurnignar á skránni, og millum annað álitið um Suðuroyartunnilin er ávegis. Sum skilst verður hetta til reiðar hósdagin.

Les eisini: Álitið um Suðuroyartunnilin neyvan klárt í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder