Innanlands

Bilurin mátti standa

Løgreglan steðgaði í nátt einum bilførara, sum nú verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-16 09:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist heldur snópisligt hjá einum bilførara í Havnini í nátt. Hann varð steðgaður av løgregluni eftir minátt, og tá hann blástið í ballónina, hevði hann meira í blóðinum enn gott er.

Tá bilførarin er edrúur aftur, má hann aftur á løgreglustøðina, tí tá eingin annar var í bilinum, sum kundi koyra, var bilurin settur og lyklarnir tiknir við á støðina.

Bilførarin verður nú skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder