Innanlands

Bilur stolin í miðbýnum í Havn

Bilurin varð skjótt funnin aftur, men eigarin fekk bót

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-22 08:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnumorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur varð stolin úr miðbýnum í Havn sunnunáttina.

Stutt eftir hetta var bilurin tó funnin aftur í vesturbýnum.

Eigarin fekk bilin aftur, men hann fekk eisini eina bót, tí hann hevði latið lykilin vera eftir í bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder