Innanlands

Bilur rullaði á sjógv í Klaksvík

Verður hálaður upp aftur fyrrapartin

2019-08-22 07:22 Author image
Ingi Samuelsen

Ongin mansskaði hendi, tá ein bilur rullaði á sjógv á vestara keiøki við Stórubryggju í Klaksvík í morgun.

Tað var um fýra tíðina í morgun, at ein maður hevði sett bilin frá sær fyri at hyggja eftir einum báti, tá bilurin fór á rull og endaði á sjónum.

Bilurin verður eftir ætlan tikin upp á turt aftur fyrrapartin, upplýsir vaktleikarin á politistøðini.

 

placeholder
placeholder