Innanlands

Bilur gleið útav vegnum

Seinnapartin var eitt hálkuóhapp í Kollfjarðardali – Bilurin er illa farin, men førarin slapp, sum skilst, frá óhappinum uttan skaða

2021-01-11 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan umleið hálvgum trý seinnapartin fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein bilur var farin útav vegnum í Kollfjarðardali.

Talan var um ein bil, sum gleið í hálkuni, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Bilurin hevur fingið stóran skaða, og onkur er boðsendur at flyta hann.

Førarin hevur, sum skilst, ikki fingið nakran skaða. Løgreglan koyrdi hann tó til Havnar á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at binda um heilan fingur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder