Innanlands

Bilur farin av vegnum við Hósvík

Ein bilførari var óheppin tá bilurin fór av vegnum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-06-20 13:31 Author image
Ari av Rana

Fyri lítlari løtu síðani var eitt ferðsluóhapp í Hósvík har ein bilur fór av vegnum.

Av tí at tað er so stutt síðani at ferðsluóhappið hendi, veit vakthavandi á løgreglustøðini ikki enn at siga, júst hvat hendi í óhappinum.

Í hvussu so er ein maður var í óhappinum, og hesin er sloppin úr bilinum. Tveir løgreglubilar vóru á staðnum og hjálptu manninum.

placeholder
placeholder